Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Raska er farin ígongd við at framleiða laktosufrítt og glutenfrítt jogurt.
Les meiraVit vóna at fólk fáa ágóðan av nýggju útgávuni av Soltið jogurti, ið nú fæst
laktosufrítt og glutenfrítt
Sopi hevur fingið nýtt snið , men varðveitir sama góða smakkin. Einasta broyting við vøruni er útsjóndin. Innihaldið og prísurin vera tey somu.
Les meiraOngin broyting er við Sopa, undantikið útsjóndin.
Enn eru somu føðsluvirði í og prísurin er hin sami.
Eind: 06PK Mjólk Fitijavnað Hápasteuriserað Súrgað við L. Acidophilus, LA5 Bifido BB12 og jogurtsýrugróðri
Føðsluvirði í 100 g uml.: Orka 228 kJ (55 kkal) Protein 2,9 g Fiti 0,5 g Kolvæta 9,4 g
Lat jólares vera jólares.
Nú snýr tað seg um at hugna sær saman við teimum kæru.
Hví ikki gera holukøkur ?
Tak børnini við í køkin, tendrað jólatónleik og tak holukøku pannuna upp á borðið, njótið nærveruna og jólahugnan.
Raska heldur at tað var so stuttligt, at gera hettar átakið saman við fittu og røsku børnunum í frítíðarskúlanum í Hoyvík :)
Trýst á her:
100 gr Ger
4 dl. Jogurt Reint
2 dl vatn
4 egg
100 gr Smør
1 tsk salt
2 spsk. Sukur
1000 gr mjøl.
Tendrað ovnin á 200 gr.
Upploys gerið í lunkaðum vatni og jogurti
Rør eggini í.
Smelta smørið, salt og sukur verður rørt í.
Helvtin av mjølinum verið latið í, og rørt saman
Restin fer í so hvørt, til deiggið sleppur
Elt deiggið væl saman, ger 16 bollar og stilla teir á bakiplátuna.
Lat teir heva í 15min, dekkaðir til.
Pensla eitt píska egg á
Set mitt í ovnin í ca. 12-15 min.
Njót tað við einum glasið av Klassiskum kakao
Trýst á leinkjuna:
Vit vilja heita á tykkum um at seta búrini klár til bilførararnir, at taka suður aftur.
Serliga nú um jólini er tað umráðandi at fáa tey so skjótt sum gjørligt, so vit kunna pakka í tey og senda tykkum tey aftur.
Um vit koma í tað keðiligu støðu, at búr mangla mugu vit leverað mjólkina í karrtengrum, til hetta er komið í rættlag!
Vinarliga / Regards
Valborg H. Laksáfoss
Sølu og Marknaðarleiðari
Tlf.: +298 309020
Fartlf.: +298 292010
Fax: +298 309001
T-post: vl@mbm.fo
Jólahugni við Røsku - Børn og matgerð.
13. desember og 3.sunnudagur í advent.
Nú gleðast vit um at triðja ljósið verður tendrað og jólini eru í hondum.
Trýst á her fyri at síggja filmsbrotið
/media/1454/dánjal-og-bragi.mp4
Ísur
500 gr Jarðber
4 ¼ dl Jogurt
3,4 dl pískiróma
175 gr florsukur
1 Vaniljustong
1 Sitrón
Stilla formin inn í frystarin yvirnátt, áðrenn hann skal brúkast.
Smakka ísin til við sitrón og florsukuri.
10. Desember ber boð um at tað eru einans 2 vikur eftir til jólaaftan.
Anna Maria, Bjørg og Eva vísa okkum, hvussu tær gera eina
appelsin køku :)
Tilber enntá at brúka appelsin jogurt ístaðinfyri Jogurt Reint :)
Trýst á her fyri at síggja filmsbrotið
/media/1449/eva-bjoerg-og-anna-maria.mp4
Appelsin Køka við jogurti
1,5 dl Jogurt Reint ella Jogurt Appelsin
3 egg
3 dl Sukur
4,5 dl Mjøl
2 tsk bakipulvur
1 vaniljustong ella 3 tsk vaniljupasta
Skal av 0,5 hálvari sitrón
0,5 dl Olja
1-2 væta frá appilsinum, ca. 2dl
1-2 spsk hunangi
Deiggi verður koyrt í ein køkuform
Bakast 200 gr (Ikki luft) 35-45 min
Tað er longu 6.desember og í dag fara Álvur og Markus, aftur at gera tvey spennandi sløg av milkshake :)
Í samband við at vit hava valt at kallað Desember 2020 fyri Barnsins mánaður, hava vit valt at hava børn og matgerð í fokus. :)
Trýst á her fyri at síggja filmsbrotið
/media/1442/álvur-og-markus-2.mp4
Karamel Milkshake
Ísbland
Milkshake
Karamel sós
Róma omaná
Jóla Milkshake
Ísbland
Mjólk
Sjokolátusós
Knústir Bismarck pinnar (Mint)
Trýst á her fyri at síggja filmsbrot
/media/1443/álvur-og-markus.mp4
Oreos Milkshake
3 skeiðir Ísbland
1 Kop Milkshake
6 Oreos
Jarðberja Ostakøku Milkshake
1 banan
Fryst ber
Naturel rómaost
2 skeiðir jarðberja syltetøj
1 Kop Jogurt Rein
3 Koppar Mjólk
4 spsk digestivekeks
Í dag er 1.advent og Raska er komin í jólahýr!
Børn og jól hoyra saman júst sum rís a la'mande og mandlugávan gera.
Komandi dagarnar í desember fara vit at varpa ljós á børn og matgerð.
Í tí sambandi fara vit at leggja filmsbrot út hvørja viku fram til jólaaftan har tað eru børnini, ið gera okkurt spennandi til matna.
Tískil er desember 2020 “Barnsins mánaður” hjá Røsku
Trýst her fyri at síggja filmsbrotið
Søtepli og gularóta súpan
500 gr søtepli
300 gr gularøtur
3 spsk Oliven Olju
2 Leykir
2 Hvítleykir
1 l. Grønmetis boullion
100 ml Súrróma + eyka til borðreiðing
Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|