Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

20. Desember 2020

20-12-2020

Nú eru 4 dagar eftir til jólaaftan! Her er eitt filmsbrot, har Sámal og Nikolas bakað bollar við jogurti :)

 

Jogurt bollar

100 gr Ger

4 dl. Jogurt Reint

2 dl vatn

4 egg

100 gr Smør

1 tsk salt

2 spsk. Sukur

1000 gr mjøl.

 

Tendrað ovnin á 200 gr.

Upploys gerið í lunkaðum vatni og jogurti

Rør eggini í.

Smelta smørið, salt og sukur verður rørt í.

Helvtin av mjølinum verið latið í, og rørt saman

Restin fer í so hvørt, til deiggið sleppur

Elt deiggið væl saman, ger 16 bollar og stilla teir á bakiplátuna.

Lat teir heva í 15min, dekkaðir til.

Pensla eitt píska egg á

Set mitt í ovnin í ca. 12-15 min.

 

Njót tað við einum glasið av Klassiskum kakao




Trýst á leinkjuna